Forsølan til Tórsfest er endað

200 atgongumerki fáast nú til sølu fyri duraprís

Tað hevur higartil gingið væl at selt atgongumerki til tónleikatiltakið Tórsfest, sum verður í miðbýnum í Havn leygarkvøldið. Forsølan endaði mikukvøldið klokkan 18, og samstundis vórðu 200 atgongumerki sett til sølu aftrat fyri duraprís. Hesi atgongumerkini kunnu keypast á torginum í SMS hósdagin og fríggjadagin millum klokkan fýra og seks, ella á heimasíðuni www.ebillett.fo.


Eins og í fjør skulu tveir pallar setast upp. Annar verður á parkeringsøkinum yvirav Vaglinum, og hin, sum er størri, á Áarvegnum oman móti Gamla Bókahandli. Sambært fyriskiparunum verður stóri pallurin væl størri í ár enn í fjør.


Bíðirøðirnar at sleppa inn til tiltakið kunnu gerast langar, og tí heita fyriskipararnir á tey, sum hava keypt atgongumerki, um at fáa sær armband, áðrenn tiltakið byrjar. Armbondini fáast í kunningarstovuni í Steinatúni, ella á torginum í SMS, fram til tiltakið endar leygarnáttina klokkan trý. 


Tórshavnar Ítróttarráð skipar fyri Tórsfest.