Hósdagin klokkan 18.45 spælir NSÍ sín størsta dyst nakrantíð, tá teir á Svangaskarði taka ímóti Fulham FC í Europa League kappingini. Heili 80 fólk eru við í ferðalagnum hjá Fulham, haraftrat koma nakrir hundraðtals fjepparar hjá Fulham til Føroya.
Fulham vann fyrra dystin í London 3-0, og teir koma til Føroyar bara eitt samdøgur áðrenn teir skulu spæla ímóti NSÍ. London-liðið ætlar ikki eingong at fara inn á Toftir at venja áðrenn dystin.
NSÍ selur atgongumerki til dystin í forsølu í FAST-handlunum í Klaksvík, Havn og í Saltangará.
Vaksin rinda 100 krónur, og børn rinda 50 krónur í undansølu. Keypir ein atgongumerki beint áðrenn dystarbyrjan kemur tað at kosta 50 krónur eyka.









