Hetta er fyrstu ferð, at eysturríkska landsliðið spælir í Føroyum. Føroyar hava spælt ein heimadyst móti Eysturríki fyrr, og tað var sum kunnugt minniligi dysturin 12. september 1990, sum varð spældur í Landskrona, tí eingin grasvøllur var í Føroyum at spæla altjóða landsdystir á.
Í eina tíð hevur verið møguleiki at keypt atgongumerki til dystin móti Eysturríki á internetinum gjøgnum nethandilin hjá FSF. Prísurin í forsølu er 250 krónur fyri vaksin og 75 krónur fyri børn upp til 16 ár. Forsølan endar mikudagin 8. oktober, so um tú vilt hava møguleika sjálvur at velja setur á Tórsvølli til ein bíligari prís enn við dyrnar, er neyðugt at keypa atgongumerki áðrenn mikudagin kl. 14.00
Á heimasíðuni hjá FSF, www.football.fo, er leinkja, sum vísir til nethandilin.
Eftir kl. 14 mikudagin er framvegis møguleiki at keypa atgongumerki gjøgnum internetið. Men tá verður prísurin tann sami sum tá selt verður við inngongdina, t.v.s. 300 krónur fyri vaksin og 100 krónur fyri børn up til 16 ár.
Hesi atgongumerkini verða ikki send út við postinum, men skulu avheintast við inngongdina áðrenn dystin.