Forsølan byrjar mikudagin

Mikudagin fer FSF undir at selja atongumerki til landsdystin á Tórsvølli millum Føroyar og Írland.
Á skrivstovuni hjá FSF verður upplýst, at øll forsølan av atgongumerkjum fer fram á heimasíðuni, www.football.fo. Tað vil við øðrum orðum orðum siga, at um forsølan er nóg stór, so ber ikki til at fáa fatur á atgongumerkjum aðrar vegir undan dystarbyrjan.
Samstundis verður sagt, at tey í Fótbóltssambandinum royna at ansa eftir, at bíleggingarskipanin ikki verður misnýtt. Eitt nú verða atgongumerkjum bert seld føroyingum umvegis alnetið, og er illgruni um, at keypt verður til írar umvegis føroyskar strámenn, tekur FSF sær eisini rætt til at eftirhalda atgongumerkjunum.