Forsølan byrjar klokkan 16

Seinastu atgongumerkini til konsertina hjá Charley Pride og Halli Joensen vera seld við dyrnar Klokkan 18 í kvøld byrjar stóra konsertin við Charley Pride, sum samstundis eisini er útgávukonsertin hjá Halli Joensen. Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn, verður karmur um hesa stórfingnu country-konsertina.

 

Charley Pride hevur notið friðin, og hevur gingið runt havnargøtur fyri at uppliva eitt sindur av landi okkara. Ígjár gav flogskiparin hjá Atlantic Airways honum og ferðafólkunum, sum vóru umborð eina eyka rundvísing. Hann er ógvuliga hugtikin av søguni, um teir mongu føroysku sjómennirnar, sum í 1960-unum og í 1970-unum trolaðu handlarnir í Ný Foundlandi, fyri at kunna ogna sær pláturnar hjá honum.

 

Charley Pride er eisini hugtikin av røddini hjá Halli Joensen, og er mest sum avgerð tikin um, at sangurin teir fara at syngja saman á konsertini í kvøld, verður tann so væl kendi ?Kiss an angel goodmorning?.

 

Enn eru nøkur atgongumerki eftir. Klokkan 16 vera hesi atgongumerki seld við dyrnar uppi í ítróttarhøllini á Hálsi.