Fyrsta forsøgnin vísir, at Fólkaflokkurin fær stóra framgongd á hesum løgtingsvalinum.
Tá 13,4 prosent av atkvøðunum eru tald upp, stendur Fólkaflokkurin til at fáa 25,1 prosent av atkvøðunum. Tjóðveldi stendur til at fáa afturgongd á gott og væl fimm prosent.
Forsøgnin, sum var gjørd klokkan 21.17, og tá 13,4 prosent av atkvøðunum er tald uppá, sær soleiðis út:
FÓLKAFLOKKURIN FÆR 25,1 PROSENT AV ATKVØÐUNUM OG FÆR ÁTTA TINGFÓLK
Fólkaflokkurin fekk 20,2 prosent og sjey tingfólk á løgtingsvalinum í 2008
SAMBANDSFLOKKURIN FÆR 23,3 PROSENT AV ATKVØÐUNUM OG FÆR ÁTTA TINGFÓLK
Sambandsflokkurin fekk 21,1 prosent av atkvøðunum og sjey tingfólk á løgtingsvalinum í 2008
JAVNAÐARFLOKKURIN FÆR 17,5 PROSENT AV ATKVØÐUNUM OG FÆR SEKS TINGFÓLK
Javnaðarflokkurin fekk 19,5 prosent av atkvøðunum og seks tingfólk á løgtingsvalinum í 2008
SJÁLVSTÝRISFLOKKURIN FÆR 6 PROSENT AV ATKVØÐUNUM OG FÆR TVEY TINGFÓLK
Sjálvstýrisflokkurin fekk 7,3 prosent av atkvøðunum og tvey tingfólk á løgtingsvalinum í 2008
TJÓÐVELDI FÆR 18,9 PROSENT AV ATKVØÐUNUM OG FÆR SEKS TINGFÓLK
Tjóðveldi fekk 23,5 prosent av atkvøðunum og fekk átta tingfólk á løgtingsvalinum í 2008
FRAMSÓKN FÆR 3,8 PROSENT AV ATKVØÐUNUM OG FÆR EITT TINGFÓLK
Framsókn bjóðaði seg ikki fram á løgtingsvalinum í 2008
MIÐFLOKKURIN FÆR 5,9 PROSENT AV ATKVØÐUNUM OG FÆR TVEY TINGFÓLK
Miðflokkurin fekk 8,5 prosent av atkvøðunum og fekk trý tingfólk á løgtingsvalinum í 2008