Fornt øl í Hornahúsinum

Kappingin á føroyska ølmarknaðinum harðnar í hvørjum, og hósdagin varð enn eitt nýtt skot latið av, tá fyrstu propparnir á nýggju ølini hjá Restorffs, við tí heldur sjáldsama og forna navninum, ?MUNGÁT? og við undirheitinum ?Tjóðarbjór Føroya?, vórðu trektir upp. Hetta hendi eisini í heldur sjáldsomum umhvørvi, nevniliga tí forna Hornahúsinum í Havn.

Nýggjar vørur


Hetta er liður í tí alsamt vaksandi kappingini millum føroysku bryggjaríini og eisini tað innflutta ølið. Bæði bryggjaríini royna at gera seg meira sjónlig við at koyra nýggj ølmerki á marknaðin. Tað eru bert fáar vikur síðani, at Føroya Bjór kom við tí kenda Classic á marknaðin.

Kappingin tók dik á seg, tá bryggjaríið í høvuðsstaðnum skifti eigara, og Restorffs um ólavsøkumundið í fjør kom á marknaðin við tí nýggja PILSNAR-inum. Í kjalarvørrinum á honum kemur nú MUNGÁT til hesa ólavsøkuna.

Óla Svend Nolsøe, stjóri, sigur, at MUNGÁT er ætlað sum eina karmur um serframleiðslur hjá Restorffs. Tosað varð um at gera eina myrka tunga øl, nakað líknandi GUINESS, men hildu teir ikki, at henda hóskaði til ljósu summartíðina. Ætlandi kemur ein myrk MUNGÁT á jólum. Nýggi stjórin hjá Restorffs sigur, at MUNGÁT er ein løtt, frísklig øl av pilsnaraslagnum við gullstyrki. Hon hevur ein sterkan Bayerskan eftirsmakk av humluni, og eina rúgvismikla bouquet av korni. Hann heldur, at ølin hóskar væl til føroyskan mat.

Allur hugaheimurin kring MUNGÁT er tikin úr Seyðabrævinum frá 1273 og søgu føroyinga. Tað var tí eisini í hesum sambandi, at heitt varð á Jóhan H. W. Poulsen, málfrøðing um ráðgeving og hjálp.

Á samkomu fyri innbodnum, eitt nú borgarstjóranum í Havn, landsstýrismanninum í vinnumálum, ferðavinnustjóranum oø. greiddi Jóhan Hendrik frá upprunanum til sjáldsama ølheitið MUNGÁT. Í Seyðabrævinum verður tilskilað, hvussu nógv ein maður skal gjalda fyri vetrarvistir. Fær hann umframt mat og húsarúmd eisini MUNGÁT, te. øl, skal hann sjálvandi gjalda meira. Orðið MUNGÁT er gamalt norrønt navn. Mun hevur somu merking sum hugur, tað at leingjast eftir at fáa nakað, meðan Gát merkir tað tú fær og sum er gott. Málfrøðingurin segði, at tað var rættiliga vanligt fyrr, at føroyingar bryggjaðu sítt egna øl heima. Tað var tað, sum at MUNGÁT. Tá innflutta ølið kom varð tað kallað bjór. Jóhan Hendrik helt tað vera gott, at hetta orðið nú 700 ár eftir tað varð nevnt í Seyðabrævinum er komið aftur til heiður og æru í Føroyum. Hann útihýsti ikki møguleikanum fyri, at orðið at munga kann stava frá hesum forna orði eisini.

Í sambandi við nýggja ølið hevur Reproz í Havn designað eina nýggja etikett.

Á samkomuni í Hornahúsinum hevði kendi føroyski kokkurin Leif Sørensen, sett saman nakrar lættar rættir, sum skulu hóska seg nettupp til eina føroyska øl av hesum slagnum. Leif Sørensen hevur útbúgving frá eini av fremstu matstovunum í Danmark.

Seint hósdagin vórðu meira enn 400 fólk boðin í Kaggan til tónleik og MUNGÁT.