Fornminnissavnið sum ketta úr høvdatrog

Tað er ikki hissini rok, sum nú stendst av ætl­aðu út­bygg­ing­ini hjá gøt­u­­monn­um á Suðuroy, sum hava gjørt oynni ta stóru tæn­astu at byggja eitt nýtt upp­sjóv­ar­virki á Tvøroyri.

Um­framt gamla virkið, so hava tey bygt út – og ætla at byggja enn størri frysti­goymslu, fyri at kunna økja fram­­leiðsl­una.
Alt hetta hevur verið al­­mann­a­­kunn­ugt leingi.
Mynd­­ug­­leik­ar á stað­num vita tað sjálv­andi, tað hev­ur ver­ið nógv frammi í miðl­u­num – og boðskaðurin átti eis­ini at verið koman nið­an á Hoy­víks­garð, har lands­ant­i­kvar­urin húsast við sínum tekn­um.
Men tann stóri spurn­ing­ur­in er, hví ein kæra frá ein­um tilvildarligum kveru­lanti í Havn skal vekja forn­frøð­ing­ar­nar í Hoyvík? Lands­ant­i­kvar­ur­in – stjórin á Søvnum Lands­ins, sum tað nú eitur – hev­ur átalurætt viðvíkjandi frið­aðum bygningum. Tað er tí hansara uppgáva at tryggja, at einki verður gjørt til døm­is á Tvøroyri, sum set­ir friðaðu bygningarnar hjá T. F Thomas Thomsen A/S í vanda.
Men hann skal ikki gera tað, tí at onkur av tilvild hev­ur kært. Hetta átti hann bein­­an­­veg­in at gjørt fólkini hand­­an Varð­an Pel­ag­ic og bý­ráð­ið á Tvør­oyri varug við framm­an­und­an.
Við tað at lands­ant­i­k­var­ur­in ikki hevur gjørt sína skyldu, so endar tað uttan iva við tí – so sum Malla Dam bý­ráðs­lim­ur vísir á – at frið­ing­ar­mynd­ug­leik­ar­nir gera tí vakra og var­ð­veit­ing­ar­verd­uga á bryggj­uni á Tvøroyri eina bjarn­a­tæn­astu við at venda fólk­i­num ímóti tí, og tá er onki vunnið.
– Spell og sera óheppin ums­ting­ar­lig handfaring!