Borgarstjórin í Húsavíkar kommunu, Brynhild Sørensen, hevur vegna kommununa í dag sent út bræv til føroysku miðlarnar, nú tað í gjár frættist á Føroya løgtingi, at ætlanin at gera Dalstunnilin er slept.
- Í samband við tær útsagnir, sum landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Hendrik Old, legði fyri tingið, kennir kommunustýrið í Húsavíkar kommunu tað sum sína skyldu at koma við hesi staðfesting.
Tað er ikki rætt, sigur borgarstjórin, tá ført verður fram, at fornminni eru ein forðing fyri tunnilsarbeiðnum og tíðarætlanini, tí hetta er staðfest í brævi frá Landsverki til Húsavíkar kommunu, skrivað 7. februar í 2018.
- Í nevnda skrivi er staðfest, at Søvn Landsins ikki siga seg hava viðmerkingar til linjuna í mun til fornminni, og tískil fara tey ikki at steðga arbeiðnum upp á ein møguligan tunnil.
Brynhild Sørensen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu, leggur dent á, at tað sostatt er púra greitt, at fornminni ikki eru ein forðing fyri at farast kann undir arbeiðið upp á Dalstunnilin alt fyri eitt.










