Fornfrøðingar vitja Suðuroynna

Ein írkur og ein danskur fornfrøðingur vitja í løtuni í Føroyum og eru hesa vikuna í Suðuroynni. Endamálið er at kanna írska sambandið við Føroyar í fornari tíð

Steffen S. Hansen og John Sheehan vitja í Suðuroynni hesa vikuna, eftir at hava verið á Forngripasavninum í Havn og í Skúvoynni.
Steffen S. Hansen er dani og John Sheehan er íri. Steffen S. Hansen hevur verið í leikum áður í Føroyum og John Sheehan vitjaði fyrstuferð í fjør.
Serstakan áhuga hava teir í írska sambandinum við Føroyar í fornari tíð og ávirkanini. Teir hava hvør sítt serøki. Sheehan hevur serstakan áhuga í kristnu samfeløgunum í Írlandi og ferðingini í Norðurhøvum, serstakliga innan víkingatíðin tók dik á seg. Steffen. S. Hansen hevur serstakan áhuga í víkingatíðini og ávirkanini í Norðuratlantshavinum.
Henda sameining hevur ført til samstarv teirra millum.
Á ferðini hava teir funnið ymsar ábendingar, ið peika á írska ávirkan í Føroyum. Talan er um nøvn, staðarnøvn, húsaleivdir, lutir og annað.
Hetta er ikki nøkur rættulig rannsóknarferð, men meira ein stutt vitjan, har farið verður at hyggja seg í kring. Í Skúvoy og í Suðuroynni hava teir báðir verið á ferð landslagnum við staðkendum fólki og ymiskt er, ið hevur verið sera áhugavert. Men uttan nærri kanningar duga teir báðir tó ikki at staðfesta viðurskiftini. Men teir meta ymiskt vera, sum bendir á írska ávirkan í fornum tíðum.
Á ferðini í Suðuroynni hesa vikuna hava teir, umframt at ferðast í oynni, hildið fyrilestrar og víst myndir. Ferðin er samstarv við bygdasøvnini í Oynni og vónin er, at meira spyrst burturúr samstarvinum.