Formyndaraføroyar

Tað er ein keðilig gongd í løtuni, har vit síggja lógir og kunngerðir, sum bert hava til endamáls at økja um formyndarí og umsiting av vanliga føroyinginum.

Tað tykist sum um, at grundtankin í okkara umsiting, sum ger lógaruppskot er, at vanligi føroyingurin ikki dugir at hugsa sjálvur og at eingin má gera nakað, uttan at ein almennur kommiserur skal standa uppiyvir viðkomandi.

Óhóskandi byggilógaruppskot
Eitt gott dømi um óhóskandi yvirformyndarí er nýggja byggilógin, sum liggur á løgtingsborði í løtuni. Sum Petur á Lava vísti á í lesarabrævi fyrr í vikuni, so er hetta eitt uppskot, sum stórt sæð er umsett úr danskari lóggávu, og sum kemur at merkja økt formyndarí, økta umsiting, og økt stríð og kostnað fyri vanliga føroyingin.
Tá man ger almennar reglar fyri bygging, so má grundtankin verða at tryggja, at einki verður gjørt sum er til ampa fyri onnur – sum t.d. at byggja klos uppí mark, byggja 20 metur høg hús í sethúsaøki ella leggja tungan ídnaðaraktivitet millum sethús.
Tað eigur hinvegin ikki at vera ein almenn uppgáva at senda ein kommiser út at hyggja eftir, hvussu Palliba ætlar at innrætta seg innan egnu fýra veggir. Um onkur ætlar at byggja eina lon við einum stórum rúmi at húsast í, so hann ella hon um tað. Um onkur ætlar at byggja eini hús uttan køk ella sovirúm, so hann ella hon um tað. Fíggingarstovnar og trygging skulu nokk siga frá, um teir vilja seta krøv í samband við lán ella trygging.
Eg vóni at tinglimir eru so mikið at sær komnir, at teir tveita uppskotið um byggilóg aftur út í Tinganes við boðum at at nýta tíðina til tiltøk, sum eru til gagns fyri borgaran heldur enn til gagns fyri formyndarar av ymsum slagi.

Rokning fyri óumbiðið arbeiði
Fyriuttan at man við hasum uppskotinum um nýggja byggilóg fær óumbiðið alment formyndarí, so er tað harafturat so langt úti, at man vil sleppa at útskriva rokningar til Palliba fyri sama óumbidna formyndarí. Hetta hóast Palliba longu betalir meir enn helvtina av sinari inntøku í skatti.
Annaðhvørt hevur man eina samhaldsfasta skipan við einum relativt høgum progressivum skatti, sum eg sjálvur taki undir við, ella hevur man almenn brúkaragjøld. Annaðhvørt, ikki bæði!

Formyndaraføroyar drepa Hugskotsføroyar
Byggilógaruppskotið er ikki tað einasta dømi um slíkt yvirfomyndarí. Heilsfrøðiliga Starvsstovan og aðrir almennir myndugleikar tykjast vilja køva alt initiativ úti í landinum.
Tað kann ikki vera meiningin, at man ikki skal kunna selja eina pannukaku til ferðafólk, ella bjóða onkrum út í ein stakk undir forsvarligum viðurskiftum, uttan at ein almennur kommiserur skal standa klárur at køva initiativið við óhóskandi og yvirdimensioneraðum – og sum oftast danskt umsettum - krøvum.
Ferðavinnan verður dripin í sínum barnaskóm av almennu Føroyum. Somu almennu Føroyum sum gjøgnum seinastu 40 árini hava roynt at ment eina ferðavinnu í Føroyum. Formyndaraføroyar tykist tíverri sterkari í dag, enn Hugskotsføroyar.

Eingin regulering kann vera eitt tilvitað val
Føroyar er eitt lítið og gjøgnumsiktugt samfelag. Vit eru ikki limir í ES, og eru tí í tí frálíku støðu, tá ið tað ikki ræðir um útflutning og keyparakrøv, at vit kunnu velja og vraka, tá tað kemur til ES reglar. Tað er eingin verðsins grund til at ein kaffimunnur til sølu á einari útoyggj ella føroyskar fiskafrikadellur til heimamarknaðin skulu vera viðgjørdar, eftir krøvum sum onkur embætismaður í Keypmannahavn ella Bruxelles hevur funnið uppá.
Til tey, ið vara av almennu Føroyum: Gevist við yvirformyndarínum. Gerið føroyska lóggávu, sum hóskar til føroysk viðurskifti í tráð við ynskini hjá føroyingum. Ikki í tráð við ynskini hjá donskum embætisverki ella ES bureaukratum.
Vit eru eitt lítið samfelag, og burdu tí kunnað skipað eitt av hemsins mest effektivu og lætt umsitnu vælferðarsamfeløgum.
Føroyska embætisverkið, politikarar og ikki minst miðlafólk mugu duga at skilja, at grundin til at man í summum førum ikki hevur reglar og kunngerðir á ávísum økjum í Føroyum, er tí at man ikki metir tørv verða á tí. Borgarin má hava pláss til at hugsa sjálvur, og tí kann eingin regulering á summum økjum vera eitt tilvitað politiskt val.