Seinasti dysturin í 17. umfari í Betri deildini hjá monnum verður í kvøld klokkan 19 í Fuglafirði, har KÍ er á vitjan. Dysturin er útsettur til í kvøld, tí KÍ spældi í Europa League hóskvøldið.
Tað hevur merkt summarið hjá klaksvíkingum, at KÍ hevur verið í Europa League. Liðið vann seg fyrst víðari móti Tre Fiori úr San Marino, og síðani móti FK Riteriai úr Litava. Ævintýrið endaði móti FC Luzern, sum vann tepurt tvær ferðir 1-0.
- Vit hava fingið øgiliga góð úrslit í Evropa sum heild. Vit kunnu verða stoltir av hesum summarinum í Evropa. Vit síggja eisini, at nógvir spælarar veksa og tað fara vit at royna at umseta til eina góða seinnu hálvu, segði Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, eftir dystin.
##med2##
KÍ hevur ikki spælt í landskappingin síðani 22. juni, tá klaksvíkingar óvæntað taptu 1-0 í Trongisvági móti TB. KÍ hevur í fleiri ár havt tað trupult í seinnu hálvu. Millum annað í fjør, tá KÍ fór frá at verða FM-avbjóðari til enda á fjórða plássi.
Í kvøld fáa vit fyrstu ábendingina, um KÍ klárar at føra góða formin í Evropa til føroysku landskappingina. KÍ verður uttan Deni Pavlovic, ið hevur fingið leikbann í seks dystir. Óli Ey. Poulsen hevur júst verið undir skurð, meðan nýggi norski miðvallarin, Magnus Stamnestrø, bara hevur spælt 14 minuttir higartil.
FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum millum ÍF-KÍ. Dysturin byrjar klokkan 19. FM1 byrjar at senda klokkan 18, tá dysturin millum HB og B36 byrjar.
Betri deildin 17.umfar:
EB/Streymur - TB 0-2 (0-1)
0-1: Ndende Adama Guéye
0-2: John Villi Leo Wøldike
Víkingur - NSÍ 2-3 (2-0)
1-0: Sølvi Vatnhamar
2-0: Sølvi Vatnhamar
2-1: Peder Nersveen
2-2: Klæmint A. Olsen
2-3: Búi Egilsson
Skála - AB 0-1 (0-0)
0-1: Filip í Liða
Í dag:
HB - B36 (18.00) Beinleiðis á FM1
ÍF - KÍ (19.00) Beinleiðis á FM1