Formulafótbóltur á Varmakeldu

14. umfar í Formula deildini er á skránni í vikuskiftinum. Ein av teimum fimm uppgerðunum skuldi sambært skránni verið tann í Streymnesi, har ÍF sunnudagin skuldi vitjað EB/Streym.

Men EB/Streymur og ÍF fara ikki at spæla í Streymnesi sunnudagin.

Tað er Varmakeldustevna í Fuglafirði um vikuskiftið, og stevnugestirnir verða ikki snýttir fyri Formula fótbólt.

Dysturin millum ÍF og EB/Streym verður spældur í Fuglafirði leygardagin. Fyrsta bríkslið verður klokkan 17.