7. umfar av Formuladeildini verður spælt í kvøld. Hvørjir dystirnir eru og nær teir verða spældir sæst her Mest spennandi dysturin er helst toppdysturin í Streymnesi kl. 19.00, har EB/Streymur á fyrsta plássi tekur ímóti NSÍ, sum liggur nummar trý. Á Skála verður eisini spennandi dystur, tí kl. 18.00 fáa teir appilsinlittu vitjan av B71.
Samstundis byrjar ein annar dystur á Argjum, har AB og KÍ bresta saman kl. 18.00.
Í Sarpugerði í Gøtu tekur GÍ ímóti B36. Hesin dystur byrjar kl. 17.30
Dystur, tíð og dómari í 7. umfari av Formuladeildini:
HB ? VB/S kl. 17.00, dómari er Rúni Gaardbo
GÍ ? B36 kl. 17.30, dómari er Eiler Rasmussen
AB ? KÍ kl. 18.00, dómari er Dagfinn Olsen
Skála ? B71 kl. 18.00, dómari er Lars Müller
EB/S ? NSÍ kl. 19.00, dómari er Petur Reinert










