Formuladystir mánakvøld og fríggjakvøld

Tey seks Formulafeløgini í Eysturoynni mæla í felag til, at dystir verða leiktir sunnudag, mánakvøld og fríggjakvøld. Formaðurin í Kappingarnevndini hjá FSF er positivur. NSÍ, EB/Streymur, Víkingur, Skála, B68 og ÍF heita í felag á Fótbóltssambandið um at leggja dystirnar í Formula-deildini soleiðis, at sleppast kann undan ov nógvum dystum í Eysturoynni samstundis.

Feløgini vísa á, at royndirnar frá seinast seks lið vórðu í fremstu deildini, vístu, at hetta gekk út yvir áskoðaratalið og harvið inntøkurnar hjá feløgunum.

Eysturoyarfeløgini hava í meðal umleið 15 heimadystir í part. Tey mæla tí til, at hvørt felag fær fimm heimadystir sunnudag, fimm heimadystir mánakvøld og fimm dystir fríggjakvøld.

Hóast dystir sambært uppskotinum verða spældir tríggjar ymsar dagar í vikuni, óttast feløgini ikki, at tað fer at taka spenningin úr kappingini.

- Hóast broytingin verður framd fara trý tey síðstu umførini væl framvegis at verða spæld samstundis, sigur Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi, vegna tey seks eysturoyarfeløgini.

Karl Vidtfeldt, formaður í Kappingarnevndini hjá FSF, er positivur til felags initiativið hjá eysturoyarfeløgunum.

- Tað sær spennandi út. Farna kappingarár løgdu vit nakrar dystir mánakvøld og aðrar mikukvøld, og tað eydnaðist væl. Tí eri eg positivur til uppskotið, sigur Karl Vidtfeldt við Rás2.

- Broytingin fer at geva fleiri áskoðarar og harvið fleiri inntøkur til feløgini, og tað er væl eisini positivt, sigur Karl Vidtfeldt.

Kappingarnevndin hjá FSF fer at viðgera felags uppskotið frá eysturoyarfeløgunum týsdagin.