Formula undirveitari hjá risafyritøkuni Siemens

Føroyska edv-fyritøkan, Formula, hevur gjørt samstarvsavtalu við týsku risafyritøkuna Siemens. Forritið er ment í Føroyum, og føroyski heimamarknaðurin hevur verið avgerandi fyri, at Formula kann breggja sær av hava fingið avtalu við Siemens í lag

Mánakvøldið í Útvarpi Føroya kundi stjórin á EDV-fyritøkuni Formula, Fróði Magnussen, boða frá, at Formula hevur fingið avtalu sum undirveitari fyri risafyritøkuni Siemens.
Talan er um eitt forrit til ein telefonvekslara. Føroyska fyritøkan hevur arbeitt við forritinum seinastu tvey árini, og Siemens hevur so stóran áhuga í føroysku framleiðsluni, at partarnir undirskrivaðu samstarvsavtalu í vár.

Forritið ment á Formula
Hugskotið við nýggja forritinum hjá Formula er sprottið út í fyritøkuni sjálvari. Fyri góðum seks árum síðan vantaði Formula eina skipan, har fyritøkan til ein og hvørja tíð kundi síggja, hvar starvsfólkini vóru at hitta.
Fyri at loysa tann trupulleikan, setti fyritøkan sær fyri loysa tørvin við sjálv at menna eina skipan, sum kundi fylgja við, um starvsfólki á Formula var inni, úti ella nær tey vórðu tøk. Skipanin kallast ein inn/út skipan, og fleiri føroyskar fyritøkur nýta í dag forritið, sum Formula hevur ment.
Formula vildi í 2001 taka inn/út skipanina eitt stig víðari, og menna hana enn meir. Ein trupulleiki var, at fólki á Formula ynskti eina skipan, har telefon og teldu kundu samantvinnast. Á EDV-marknaðinum var ein slík skipan ikki at fáa eyga á, og tískil setti Formula sær fyri sjálv at gera slíka skipan.
Føroyska fyritøkan setti seg í samband við donsku deildina hjá Siemens, og hon vísti Formula víðari til týsku deildina, sum alt fyri eitt var áhugað í føroyska hugskotinum. Teir kendu ikki til nakra framleiðslu, har telefon og telda gingu saman á tann hátt, sum Formula hevði valt at gera skipanina
Seinni í 2001 samdust Siemens og Formula um at gera eina samstarvsavtalu, har tey í felag skuldu menna nýggja forritið. Síðan 2001 hava so fyritøkurnar arbeitt saman um forritið, og fyrr í vár varð so endalig avtala fingin í lag um, at føroyska fyritøkan skuldi verða undirveitari hjá risafyritøkuni Siemens.
Avtalan inniber, at forritið verður marknaðarført av Siemens sum ein framleiðsla hjá Siemens. Í løtuni verður forritið selt í Noregi, Svøríki og Danmark. Tá mett verður, at nóg nógvar royndir eru gjørdar í Norðanlondum, er ætlanin at fara út um Norðanlond við forritinum.
Stjórin á Formula, Fróði Magnussen, sigur, at enn er ov tíðliga at siga nakað um søluna, tí ikki fyrr enn um eitt gott ár ber til at siga nakað ítøkiligt um, hvussu forritið fer at standa seg á altjóða marknaðinum.

Føroyski heimamarknaðurin avgerandi
Stjórin á Formula, Fróði Magnussen, sigur, at føroyski heimamarknaðurin hevur verið avgerandi fyri menningini av nýggja forritinum. Fróði nevnir, at fyri stórar altjóða fyritøkur, sum McDonalds, Coca Cola og Danfoss er heimamarknaðurin avgerandi, og so er eisini hjá Formula
Hann fortelur, at Arbeiðseftirlitið, MBM, Løgmansskrivstovan, Vinnumálaráðið, Mentamálaráðið og Løgmálaráðið hava verið avgerandi og eru tað framvegis í menningini av nýggja forritinum hjá Formula. Fyritøkan hevur ment forritið í tøttum samstarvið við føroyska heimamarknaðin.
? Føroysku kundarnir hava absolut verið við til at ment forritið, og tað hevur havt við sær, at vit hava kunnað víst útlendingum eitt liðugt produkt, sum hevur verið roynt millum føroyskar kundar, og tað er avgjørt positivt yvirfyri útlendingunum, greiðir Fróði Magnussen frá.