Óli Holm, formaður í FSF, sigur seg vóna, at nýggja avtalan við Kringvarpið er av slíkum slag, at hon framvegis ger tað gjørligt hjá sambandinum at hava sponsr-heiti knýtt at kappingum sínum.
Ítøkiliga er tað avtalan við Formula.fo, sum FSF hugsar um í hesum sambandi. Ein avtala, sum varð gjørd í fjør, men sum enn ikki er longd fyri komandi kappingarár. Millum annað tí greiða ikki er fingin á samráðingunum við Kringvarpið.
Okkara vón er í øllum førum, at báðir partar við nýggju avtaluni virða hvønn anna somikið. Men tá spurt verður beinleiðis um Formula-avtaluna, so fái eg ikki givið nakað greitt svar. Tað er eitt mál, sum vit tosa við veitaran um, sigur Óli Holm.
Hann roknar við, at samráðingar um longt samstarv verða tiknar upp við Formula.fo í komandi viku.