Formula-lívið skal tryggjast

Við útidysti í Gøtu og heimadysti móti helst komandi meistaraliðnum eftir á skránni ? umframt dystin sunnudagin ? so er hetta helst besta høvið hjá KÍ at prógva, at teir eru ein sjálvskrivaður partur av bestu føroysku fótbóltsdeildini.

Tí vænta áskoðararnir helst, at talan verður arbeiðsavrik í sama flokki, sum tað var móti B71 fyri tveimum vikum síðani, og so er stóri spurningurin, hvørjar mans Petur Mohr hevur tøkar til stóru uppgávuna.

Her hava Emil Nolsøe Leifsson og Rógvi Jacobsen báðir verið darvaðir av skaða, og tað er sera ivasamt, um nakar av teimum verður tøkur.

 

Hinvegin hevur ÍF eisini sítt at stríðast fyri. Hóast málið um yvirliving í bestu deildini næstan er rokkið, so kann tað enn kiksa, og tí ræður um hjá fuglfirðingunum at skava sær nøkur stig afturat á kontina. Móti Skála seinast gekk tað soleiðis akkurát, og lítil ivi er um, at arbeiðsavrikið skal vera betri hesaferð, um stig skulu setast inn.

Hjá teimum verður Jonn Thomsen aftur at síggja í verjuni, og á beinkinum verður klaksvíkingurin Jón Simonsen vikarur, nú Albert Ellefsen er burturstaddur við U19-landsliðnum.