veitaraavtala
Accenture er ein heimsumfatandi veitari av KT-loysnum og -ráðgeving, sum hevur 83.000 fólk í starvi, harav eini 400 í Danmark. Men hvat snýr avtalan seg um og hvussu er hon fingin í lag?
- Vit lósu í Computerworld, at Accenture nýliga var farið undir at menna eina apoteksloysn og at hon skuldi byggjast á standard ERP skipanina Axapta. Sjálvir hava vit ment eina Axapta grundaða loysn til føroyska apoteksverkið, so hetta var áhugavert at lesa, greiðir Anfinnur Hovgaard frá. Hann er leiðandi forritari á Formula.fo
- Av tí, at vit hava fingið gott innlit í apoteksarbeiði og samstundis hava hollan Axapta førleika, vóru vit beinanvegin sannførdir um, at vit høvdu nakað at bjóða og sóu ein góðan møguleika fyri samstarvi, sigur Snæbjørn B. Jacobsen, sum er projektleiðari á apoteksverkætlanini.
- Dagin eftir, at greinin hevði staðið í blaðnum, ringdu vit til Accenture og bjóðaðu okkum at hjálpa teimum við okkara royndum. Teir vóru eitt sindur bilsnir av hesum óvæntaða tilboð, men opnir fyri einum samstarvi. Eftir at teir høvdu sæð okkara skipan gjørdust teir sera hugaðir fyri samstarvi og vildu fegnir gagnnýta okkara førleika, sigur Snæbjørn B. Jacobsen víðari.
3 vikur seinni var samstarvsavtala undirskrivað. Hetta var fyrst í desember í fjør og í løtuni er John Mikkelsen frá Formula.fo í Danmark og forritar saman við Accenture fólkunum. Hann var eisini niðri og hjálpti til við greiningararbeiðinum fyri jól.
Formula.fo hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst við at víðka virksemið út um landoddarnar. Málið er, at ein partur av søluni skal stava frá útlendska marknaðinum. Bæði tí at vakstrarmøguleikarnir á heimamarknaðinum eru avmarkaðir og fyri at hava meira enn tað eina beinið at standa á. Góðar vónir eru fyri hesari strategi, tí tað vísir seg, at ritbúnaður og tænastur frá Formula.fo eru væl kappingarfør ? eisini uttanfyri Føroyar.