Sambært Sophos, fekk Formula viðurkenningina fyri at hava serfrøði á høgum stigi innan fyri KT-trygd og at vera ein av teimum mest framúrskarandi veitarunum av teirra trygdarloysnum í Norðurevropa.
Sophos, sum hevur meira enn 3000 starvsfólk kring heimin, er ein av heimsins størstu fyritøkum innan fyri nettrygd og dátuvernd. Formula hevur samstarvað við Sophos síðan 2009.
– Vit á Formula eru sera takksom fyri heiðurin. Tað er ein stórur heiður at fáa viðurkenning frá eini so stórari fyritøku. Hetta er eitt úrslit av miðvísum arbeiði og áhaldandi stremban eftir at veita kundum okkara eina kappingarføra tænastu við hægstu góðsku., skrivar Formula í tíðindaskrivi.