Formula-deildin er av

Sambært kappingarreglunu fyri fótbólt skulu dystir, sum verða blástir av vegna veður, takast uppaftur, tá høvi býðst.

Hinvegin rúma reglurnar eisini møguleika at gera undantak frá hesum, og tað er hetta, sum Kappingarnevndin hevur nýtt.

Sveinur Tróndarson, formaður í Kappingarnevndini hjá FSF, sigur, at teir fyrst av øllum valdu at kanna lógarverkið og at fáa feløgini at siga sína hugsan.

- Feløgini hava øll viðmælt, at dystirnir ikki verða spældir lidnir. Í hagtølunum koma dystirnir at enda við 0-0 javnleiki, men tað verður týðiliga frámerkt, at dysturin varð avblástur vegna veður, sigur Sveinur Tróndarson.