Formula International hevur m.a. sum endamál at keypa upp útlendskar KT-fyritøkur, sum vera mettar spennandi og hava bjarta framtíð, og síðani gjøgnum hesar eisini selja føroyskar KT-loysnir. Í gjár fingu donsku miðlarnir tíðindaskriv frá Norriq, sum er ein stór donsk KT-fyritøka og Formula International eigur part í. Føroysku íleggjararnir vórðu umrøddir sum “den kapital indsprøjtning, sin giver ressoucer til ekspansion.” Norriq fremsti útvegarin í Danmark av KT-loysnum við Microsoft Dynamics C5 og NAV, og umsetningur teirra í fjør var 126 milliónir krónur.