Sponsorpengar
Formula.fo hevur hetta kappingarárið keypti navnamerkið á bestu mansdeildina í fótbólti, soleiðis at hendan í ár hevur itið Formula-deildin. Ein avtala, sum fyri tað nógva minnir um tær, sum Hondbóltssambandið farna kappingarár hevði við ávíkavist Atlantic-Airways og Sunset-Boulevard um hondbóltskappingarnar hjá monnum og kvinnum.
Avtalan í vanda
Ætlanin hjá sponsorunum vil altíð vera at profilera ella »branda« síni vørumerki. Og tá ítrótturin so eisini fær eina fíggjarliga innspræning burtur úr hesum, er hetta ein gongd, sum hevur verið alt meira vanlig í londunum kring okkum. Soleiðis hevur besta røðin í Onglandi í mong ár borið heitið Barclay Premier League, og í grannalondum okkara hava vit nøvn sum Landsbankadeildin og SAS-ligan.
Tað ber í verandi støðu ikki til at fáa viðmerkingar um, hvørt sáttmálin millum partarnar verður longdur. Men keldur vilja vera við, at sponsorurin ikki vil leingja sáttmálan við FSF. Ein sáttmáli, sum sigst hava eitt metstórt virði, tá tosað verður um føroyskar sponsor-avtalur.
Partarnir hava annars optión upp á at leingja samstarvið, men tá Formula.fo ikki metir seg fáa tað, sum teir ætlaðu, burtur úr samstarvinum, er viljin at nýta hesa optiónina, ógvuliga lítil, skilst.
Orsøkin til hetta skal fyrst og fremst finnast hjá Kringvarpinum. Tá stigatalvan fyri Formula-deildina hevur verið á skíggjanum í Sjónvarpinum, hevur hendan borið heitið, Besta Deildin, og sama navn hevur deildin borið, tá bæði beinleiðis sendingar og ítróttartíðindi annars hava verið at hoyra í Útvarpinum.
Tað var sjálvandi ikki júst tað, sum sponsor-parturin hevði í huganum, tá avtalan varð gjørd, og nú sponsoravtalan møguliga ikki verður longd, kann Fótbóltssambandið missa eina inntøku, sum liggur um milliónina. Av hesum skal tó eisini roknast upphæddin, sum feløgini fáa sambært býtislyklinum, sum varð avtalaður, tá avtalan varð gjørd.
Eingin vinnari
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á Torkil Holm Petersen, sum er stjóri hjá Formula.fo, og tí bar ikki til at spyrja, hvørt avtalan við FSF verður longd ella ikki.
Men Áki Johansen, søluleiðari hjá Formula.fo, sigur, at hann persónliga undrast á framferðina hjá Kringvarpinum í hesum málinum.
- Uttan at fara inn at kommentera júst avtaluna, sum er gjørd millum okkum og FSF, so haldi eg, at hugburðurin hjá Kringvarpinum kring ítróttin er heldur løgin. Teir hava eina vøru, sum teir fáa fyri lítið og lætt, og tí vildi tað ikki verið annað enn rímiligt, um ítrótturin eisini fekk nakrar sømdir. Men tað tykist, sum velur leiðslan púrasta konsekvent at halda øllum burtur, sum onkursvegna stuðla ítróttini. Tað var galdandi, tá Atlantic og Sunset gjørdu avtalu við Hondbóltssambandið, eins og tað eisini verður sagt »stóra súkklukappingin kring Føroyar«, heldur enn Statoil kring Føroyar.
Sum landið liggur í løtuni, so vil FSF ikki ganga undir ÍSF-avtaluna, sum loyvir sendingar frá fótbólti. Er tað ikki ein óheppin støða, um tað verður endin av málinum?
- Tað kann bara hava ta avleiðing, at áhugin millum sponsorar minkar, og tað dugi eg ikki at síggja, skal tæna nøkrum endamáli. Miðlarnir hava í ítróttini eina góða vøru, sum teir hava sera stórt gagn av, og tí vilja teir missa, um tað verður støðan. Og eg dugi heldur ikki at síggja, at ítrótturin skal vinna nakað. Tí verður talan um eina støðu, har eingin vinnari er, um tað kemur so langt, staðfestir Áki Johansen.