Formula 1 útsett vegna ófrið

 

Ófriðurin í Barain er so umfatandi, at leiðslan í Formula 1 hevur valt at avlýsa fyrstu kappkoyringina í ár. Politiskur ófriður hevur tikið upp í Barain í Miðeystri. Barain hevur annars verið kamur um ársins fyrstu Formula 1 kappkoyring í nøkur ár. Hon skuldi í ár verða tann 13. mars.

 

Oddamaðurin í Formula 1, Bernie Ecclestone, hevur verið í samband við kongafamiljuna í Barain. Teir eru komnir ásamt um, at avlýsa ársins fyrstu kappkoyring. Tað er framvegis óvist nýggjur dato skal setast á ella um kappkoyringin verður heilt droppa. Tað eru serliga pengarnir, ið gera at Formula 1 eru áhugaðir í at fáa avgreitt eitt umfar í Barain.

 

Fyrsta umfar í ársins Formula 1 verður nú í Melbourne í Avstralia 27. mars.