Jens Andreassen
Hygg nærri at músafelluni. Har er eitt lítið bretti, eitt agnhald, ein fjøður, ein hamari, ein haldistong og so nakrir fáir jarnkrampar. Allir lutirnir eru neyðugir og hava brúk fyri hvørjum øðrum. Tak bert ein burtur og tú hevur eina ónýtiliga músafellu. Hetta kallast ?irreducerbarur kompleksitetur? (ella fjøltætti, sum ikki kann gerast einfaldari, uttan at funktiónin dettur burtur).
Í náttúruni eru yðjandi fult av dømum um samansett organ við eini ávísari funktión. Um fleiri av teimum veitst tú, at løstar tú bert ein lut í samansetingini, missir organið fullkomiliga sína funktión. Hugsa bert um eygað - samansett av hornhinnu, lithinnu, linsu, glaslikami, nethinnu, hvíta, blóðrensli og nógvum øðrum lutum við bert eittans endamáli: at veran, sum ber tað, skal kunna síggja. Verður bert ein partur løstaður, missir hon sjónina.
Hvat við tí sera kompliceraðu koagulatiónsskipanini, sum er grundarlagið fyri, at eitt bløðandi sár kann stadna? Har eru eini 20 ymisk proteinir ella enzym, sum tó eru so sínamillum bundin, at um bert eitt teirra hevur genetiskt brek, virkar skipanin ikki, og úrslitið verður ein álvarsom bløðarasjúka.
Og tú kanst halda á at taka fram dømi: innviklaðar produktións- og transportskipanir inni í hvørji einstakari kyknu; verjuskipanin; syntesan av basunum til ílegurnar (genini); ciliini í bronkiunum, sum bera bakteriur og støv uppaftur úr lungunum, og fleiri dømi eru enn.
Hyggur tú eftir øllum hesum skipanum, uppdagar tú, at hvør teirra í veruleikanum er eitt komplicerað maskinarí, har eingin lutur má mangla - annars riggar maskinan ikki! Maskinan arbeiðir við einum endamáli: at framleiða eitt protein, at steðga bløðingini, at fáa ciliið at rógva slímið við bakteriunum uppeftir (og ikki niðureftir) móti svølginum, so tú antin kann svølgja tað niður ella harka og spýta tað burtur o.s.v.
Darwin hevði ikki sæð allan vakurleikan inni í kyknunum, men eygað voldi honum stórar trupulleikar. Hann royndi at smoyggja sær undan trupulleikunum við at vísa á, at tey ymsu djórini høvdu ymisk eygu; summi komplicerað og onnur meiri einføld. Kundi tað ikki hugsast, at øll hesi eyguni umboðaðu glíðandi yvirgongdina í menningini av menniskjaeyganum?
Stóri trupulleikin er, at tað er so ómetaliga langt frá byrjan til endan í tí darwinsku stig fyri stig tilgongdini, og tú fært ikki eyga á nakra brúkiliga funktión á hesum langa vegi, sum náttúrlig útveljing kundi ført víðari til næsta ættarlið og yvirlivað við, inntil málið var nátt: tann yvirorðnaða funktiónin, sum tú sært, at allar hesar skipanir hava.
Hetta er formlist, so tað munar! Og ein listamaður er aftan fyri alt hetta!