Tann sonevndi Concorde sáttmálin, ið bindur formel 1 liðini og felagskapin aftan fyri kappingina FIA saman, er galdandi til og við kappingarárinum 2007. Í gjár kunngjørdi FIA hvørjar karmar kappast verður undir, tá formil 1 byrjar av nýggjum í 2008.
Liðini hava nú eina viku, at avgera um tey ætla sær at luttakað eftir 2008 ella ikki. Tí umsóknin skal vera innið 31. mars.
Flestu broytingarnar leggja upp til niðurskerjingarnar í kostnaðinum hjá liðunum. Mest víttgangandi broytingin er, at menningin av motorum verður steðga í árunum 2008-2010. Liðini skulu brúka sama snið av motori í trý kappingarár og sniðið á hesum motori skal verða latið FIA í juni í ár.Motorar skulu eisini hesi trý árini halda í tvær koyringar eins og í løtuni.
Men eisini gearkassar skulu gerast haldbarari og skulu halda í fýra koyringar. Verður motorur ella gearkassi skiftur út áðrenn hetta, verða <st1:metricconverter w:st="on" ProductID="15 kg"$?$end$!$15 kg</st1:metricconverter$?$end$!$ í barlast løgd í bilin. Hetta kemur ístaðin fyri, at bilar verða fluttir 10 byrjunarstøður aftur, sum nú er. Harumframt verður ein dekkframleiðari, ið veitir dekk til øll liðini. <BR>Royndarkoyringin verðu avmarkað til 30.000 kilometrar um árið.
Eisini luttakargjaldið verður broytt. Í løtuni skal eitt lið, veita eina trygd á kr. 300 milliónir. Hetta verður nú broytt til eitt beinleiðis luttakaragjald, ið er beint yvir tvær milliónir kr.
Somuleiðis verður kappingarárið longt til at kunna umfata 20 koyringar í mun til 19 nú. Stór ósemja hevur verið um fíggjarliga partin av Concordeavtaluni, ið í stóran mun snýr seg um sjónvarpsgjald, og um styrkisbýti millum fyrireikarar og lið. Leingi sá tað út til, at flestu liðini fóru at stovna eina egna kapping. Men sum tíðin er fráliðin, eru alt fleiri lið komin ásamt við FIA. Men enn eru fleiri lið, ið ikki hava avgjørt hvussu framtíðin sær út.