Formennirnir í B36 og KÍ eru klárir til stóra brakið (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Frants Jensen hjá FM1 gjørdi við Jákup Mørk (B36) og Tummas Lervig (KÍ) í tíðindasendingini hjá FM1

##med2##

Í B36 gera tey nógv burturúr trygdini og skipanini av áskoðaraplássum til stóru FM-finaluna millum B36 og KÍ á ovara vølli í Gundadali í Havn í morgin klokkan 15.

Tveir sum hava nógv um oyruni í hesum døgum eru formennirnir, Jákup Mørk (B36) og Tummas Lervig (KÍ), har kanska serliga formaðurin í B36 hevur nógv at reika fyri.

Áskoðaraplássini verða skipað sum til ein evropeiskan dyst í Gundadali, og atgongumerki verða seld í forsølu til fólk í Norðoyggjum, so tey sleppa undan at standa í bíðirøð og rinda fyri atgongumerki.

Báðir eru vónríkir um, at júst teirra lið fer avstað við FM-gullinum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Frants Jensen gjørdi við Jákup Mørk og Tummas Lervig í tíðindasendingini á FM1. 

(Samrøða: Jákup Mørk og Tummas Lervig)