FÓTBÓLTUR
Tað minti ikki sørt um lands- ella lønarsamráðingar, tá fótbóltsformenninir seinnapartin leygardagin hittust á fundi í Høllini á Hotel Hafnia. Dyrnar vóru læstar og eingin slapp inn á fundin, ið ikki hevði eina góða umbering, so sum eina kaffikannu ella eina skál við lekrari dessert. Við øðrum orðum, var eingin atgongd fyri óviðkomandi.
Umframt formenninar vóru eisini allir í starvsnevndini á Hotel Hafnia, og í løtum var starvsnevndin innanfyri og aðrar løtur uttanfyri. Í fyrsta umfari høvdu formenninir starvsnevndina inni í einar tveir tímar, og síðani varð hon kallað innaftur tvær ferðir, áðrenn fundur var lokin og niðurstøðan greið.
– Vit eru samdir um, at formenninir í fótbóltsfeløgunum áleggja starvsnevndini at finna fram til eina semju, sum inniber, at starvsnevndin á sínum fyrstkomandi fundi skal loysa teir trupulleikarnar, sum hava verið síðstu tíðina. Hetta er ein semja, sum øll feløgini taka undir við og eru saman um, segði Kristjan á Neystabø, sum var orðstýrari á fundinum.
– Eg trúgvi fult og fast uppá, at starvsnevndin fer at loysa trupulleikarnar. Hetta, sum er hent, hevur verið øgiliga óheppið fyri øll, fyri føroyskan fótbólt og ikki minst fyri føroyskan fótbólt út í heim, so tí mugu vit fáa eina varandi loysn á hesum.
Ein sannur lætti
Tá fundurin var liðugur og fólk fóru hvør til sítt, sást sjónliga, at tað var ein harrans lætti hjá fleiri teirra, at formenninir høvdu tikið eina støðu og givið starvsnevndini ein greiðan arbeiðssetning fyri fyrstkomandi fund, sum verður í morgin.
Serliga tóktist tað á starvsnevndarlimunum, sum var ein byrða tikin av teirra herðum. Ikki tí, hýrurin á øllum hevði verið góður alla tíðina, og tær løturnar, tá starvsnevndin bíðaði uttanfyri og steðgaði á at hugnapráta við fjølmiðlaumboðini, var lagið gott og einki sást til, at her var nakar meiriluti og minniluti.
Forsetin og nevndarlimir kappaðust mestsum um at fortelja stuttligar søgur, og tú fekst ongantíð varhugan av, at hetta var sum at skula upp til roynd. Tað var ikki so frægt, at menn sóu nervøsir út, tá teir av og á sluppu inn til formenninar. Og tá avgerðin var fallin og boðini frá formonnunum givin, brosaðu starvsnevndarlimirnir – tvørtur um allar bólkingar annars – um kapp við hvønnannan.
At okkurt meira liggur aftan fyri orðingarnar í niðurstøðuni hjá formonnunum, sigur seg sjálvt, men eingin vildi vera meira ítøkiligur enn neyðugt, tá fundurin var lokin. Tað lá líkasum í luftini, at nú var bólturin spældur aftur til starvsnevndina, ið snøgt sagt ikki hevur aðrar møguleikar at finna eina loysn á fundinum í morgin.
Taka til eftirtektar
– Eg og starvsnevndin taka sjálvandi niðurstøðuna hjá formonnunum til eftirtektar. Formenninir hava lurtað eftir øllum sjónarmiðunum og eru komnir við teimum greiðu boðum, at vit eru teirra starvsnevnd og at vit skulu loysa málið, segði FSF-forsetin, Høgni í Stórustovu, sum ikki heldur tað vera ein forðing nú, at starvsnevndin longu frammanundan hevur havt heilar tríggjar fundir, har tað ikki bar til at finna nakra semju.
– Tá tú hevur eina ósemju, so vita øll, hvar tingini ganga. At vit hava skula greitt frá hesum framman fyri øllum formonnunum, er sjálvandi eisini ein tilgongd í sær sjálvum. Og eitt ella annað stað hava óivað allir fingið betur fatan av tí, hvør einstakur heldur, umframt at tað eisini hevur kenst gott, at formenninir hava sæð tað neyðugt at traðka í karakter og fortelja okkum, at tað er soleiðis, vit skulu arbeiða.
Spurdur, um niðurstøðan á formansfundinum merkir, at okkurt høvd skal rulla, sum tikið verður til, hevur Høgni í Stórustovu onga viðmerking, men vísir á, at nú skal starvsnevndin hava frið at loysa trupulleikan, og at tíðin so má vísa, hvørjum alt endar við.
– Vit skulu eisini minnast til, at hetta snýr seg ikki um persónar, men um sjónarmið og meiningar, tí felags fyri okkum øll er, at øll vit arbeiða fyri fótbólti av góðum vilja, og tí er umráðandi, at vit skilja ímillum tað persónliga og tað, vit eru ósamd um, segði FSF-forsetin.