Formenninir á fundi

Menn vóru rættiliga fámæltir, áðrenn teir fóru inn til fundin, sum skal avgera um Ísak Mikladal, aðalskrivari, skal suspenderast ella um eykaaðalfundur skal verða í fótbóltssambandinum.

- Støðan er kaotisk, og tí eru formenninir kallaðir inn. Starvsnevndin hevur spælt fallit, og tí er bólturin sparkaður víðari, var einasta viðmerkingin hjá Høgna í Stórustovu, forseta í fótbóltssamdaninum.

Fundurin byrjaði stutt eftir klokkan 12, og til klokkan 14 fara formenninir í feløgunum at viðgera støðuna, uttan nøkur umboð fyri fótbóltssambandið.

Klokkan 14 kemur so forsetin inn á fundin at greiða frá støðuni, áðrenn hann aftur fer av fundinum, so formenninir kunnu koma til eina møguliga niðurstøðu.

Formenninir vildu ikki gera viðmerkingar áðrenn fundin, men møguligu útfallini eru helst antin ein eykaaðalfundur ella at aðalskrivarin, sum ikki er boðin á fund, verður suspenderaður.