Í blaðnum í gjár høvdu vit samrøðu við Kaj Leo Johannesen um støðuna hjá HB.
Sum vit hava skilt á lagnum, hevur tað ørkymlað onkrar lesarar, vit tá nevndu Kaj Leo fyri formann í Havnar Bóltfelag.
Vit skulu tí gera vart við, at bygnaðurin í HB at kalla er tvíbýttur. Í móðurfelagnum, sum er Havnar Bóltfelag, er Birgir Enghamar formaður.
Í P/F Havnar Fótbóltur, ið er partafelagið, sum tekur sær av fyrstudeildarliðnum hjá HB, er Steinfinnur Mittelstein formaður, meðan Kaj Leo Johannesen er nevndarformaður.