Formel 1 tíðindamaðurin hjá Sosialinum, slapp at sita í Ferraribilinum, sum Michael Schumacher vann heimsmeistarahetið í 2003 í. Niels Uni hevur verið formel 1 fjeppari síðan 1988, og Schumacher fjeppari síðan 1991, so løtan var stór fyri hann. Tað var á básinum hjá Shell á North Atlantic Fish Fair, at møguleiki var at sita í bilinum.