Formel 1 ruta í Keypmannahavn góðkend

Fyrrverandi vísindamálaráðharrin í Danmark, Helge Sander, er leiðari á eini verkætlan, ið hevur til endamáls at fáa eitt Formel 1-grandprix til Keypmannahavnar í 2020.

 

Higartil hevur ikki verið nógv ítøkiliga at frætta um ætlaninar, men nú er ein mynd almannakunngjørd, ið vísir hvussu rutan fer at síggja út, um Keypmannahavn fær eina Formel 1 kapping í 2020. Tað skrivar Jyllands-Posten.

 

Rutan er góðkend av felagnum, ið eigur rættindini til Formel 1.

 

Enn eri eingin avgerð tikin um Danmark fer at vinna boðið, men samráðingar eru millum partarnar, men sambært donskum miðlum, so eru sannlíkindi fyri, at okkurt kann spyrjast burturúr.

 

Rutan fer at verða 4,55 kilometrar. Tað eru avbjóðingar at hava eitt Formel 1 grandprix inni í einum stórbýi, men tað hevði ikki verið fyrstu ferð, tí vanliga koyra teir millum annað í Monako og í Baku.

Kelda: jyllands-posten.dk