Formel 1 koyring og Ferrari vitjan í Italia

21. apríl fóru tríggir føroyingar til Formel 1 koyring í Imola í San Marino og vitjaðu Ferrari-býin Maranello í Italia. Túrurin var høvuðsvinningurin í kappingini, Shell Helix Grand Prix 2003

Tað var í fjør, at Føroya Shell skipaði fyri kappingini, Shell Helix Grand Prix 2003.
Kappingin var fyri øll starvsfólk á føroysku bilasølunum og bilverkstøðunum kring landið. Líknandi kapping var eisini á donskum bilverkstøðum.
Kappingin var ókeypis, og starvsfólkini skuldu bert ringja til eitt ávíst telefonnummar og svara trimum ymiskum spurningum í sambandi við Formel 1 kappkoyringina í 2003.
Høvuðsvinningurin var ein ferð til Formel 1 í San Marino í Italia, sum er "heimabanin" hjá Ferrari, og at vitja á Ferrari verksmiðjuni í Maranello.
Vinnarin av ferðini til San Marino var Hans J. Kollsker, sum eigur og rekur Bilverkstaðið v. H.J. Kollsker, á Hjalla. Hann kom tó ikki sjálvur við til Italia.
Teir sum fóru hendan túrin vóru Kristian Holm Stórhamar, John Jensen, og Erling í Liða, sølu- og marknaðarleiðari frá Føroya Shell.
Teir fóru úr Føroyum 21. apríl til Danmarkar og síðan víðari við bussi til Maranello í Italia tann 22. apríl.
Vitjað varð í savninum Galleria Ferrari, testbanan hjá Ferrari, Fiorano, og á Ferrari Club Maranello.
Leygarkvøldið varð døgurði á Restaurant Montana í Maranello - har sum formel 1 koyrararnir Schumacher og Barrichello eisini eta, tá teir eru har í býnum.
Sunnudagin varð vitjað á Imola-bananum, har Formel 1 koyrarar royndu seg á rasarabananum.
Teir tríggir, Kristian, John og Erling, eru samdir um, at túrurin var ein stór uppliving, serliga at síggja Formel 1 koyringina og Ferrari bilverksmiðjuna. At vera á heimabana hjá Ferrari, og síggja Michael Schumacher vinna har, var sera stuttligt.
Formel 1 koyringin í 2003 gav góð úrslit hjá Ferrari og Shell, har Michael Schumacher bleiv heimsmeistari og Ferrari samstundis vann heimsmeistaraheitið fyri lið samanlagt. Til Formel 1 kappingar hevur Shell latið brennievni og smyrjiolju til Ferrari í mong ár, samstarvið byrjaði í 1950. Áliga hevur Ferrari brúk fyri, at Shell letur 300 oljuveitingar á 24 koyribreytum í 15 ymiskum londum.
Aftur í ár hevur Shell líknandi kapping "Shell Helix Grand Prix 2004" fyri bilasølur og verkstøð, og í løtuni liggur Ferrari við Michael Schumacher klárt á odda í kappingini við fullum stigatali.