Formansvalið
Var tað rætt, at onnur atkvøðan hjá EB/Streyumi varð ógyldag? Er tað rættvíst, at FSF-nevndin sjálv hevur eina avgerandi atkvøðu, tá ein meiriluti av feløgunum hevur eina aðra áskoðan? Og hví skal atkvøðan hjá formanninum kunna teljast tvær ferðir?
Hetta vóru nakrir av spurningunum, sum vórðu reistir í krókunum, tá menn eftir FSF-aðalfundin skuldu fyrihalda seg til útfallið av formansvalinum.
Møguligt nýval
Seinasti spurningurin - um formansatkvøðuna - verður svaraður aðra staðni á hesum síðum sum órelevantur. Men teir báðir fyrst nevndu kunnu væl verða nakað, sum fleiri persónar hava hug at ilskast um.
Longu leygarkvøldið hoyrdust menn innan føroyskan fótbólt eisini tosa um møguleikan at seta formansvalið á skránna, tá eykaaðalfundur verður á skránni - í seinasta lagi tann 31. mars í ár.
Reglurnar hjá FSF innihalda ikki nakrar greiðar reglur fyri, hvussu formansvalið kann ganga umaftur. Men tað er tó staðfest, at mál kunnu takast upp á eykaaðalfundi, um 2/3 av møttu atkvøðunum taka undir við hesum. So møguleikin kundi í øllum førum staðið sína roynd.
Vil ikki skapa split
Men sambært Birgiri Enghamar, so verður ikki talan um nakað nýtt valstríð.
Hann viðgongur, at tosað hevur verið um hetta. Og hann sigur seg eisini hava fingið beinleiðis fyrispurning um møguleikan. Ein møguleika, sum hann tó avgjørt hevur takkað nei til.
Mítt mál hevur ongan tíð verið at syndra felagsskapin innan FSF. Sjálvandi eru nøkur mál, sum eg havi sagt mína hugsan um. Og eg haldi eisini, at hetta hevur gjørt mun. Í øllum førum átti tað at skapt nakað av eftirtanka, at feløgini í veruleikanum ynsktu leiðsluskifti í FSF. Tekur tú atkvøðuna hjá FSF-nevndini frá, so peikaðu 11 av 21 atkvøðum á meg. Tað vísir, at stórur partur av feløgunum tekur undir við teimum sjónarmiðjum, sum eg havi ført fram. Og skalt tú meta eftir formansfrágreiðingini, so eru fleiri av hesum punktum eisini tikin til eftirtektar.
Og verða tey tað, so haldi eg avgjørt ikki, at eg havi stillað upp til fánýtis. Heldur hava vit umvegis fólkaræðið skapt bent hugburðin til ávísar lutir á rættari kós. Og vitanin um tað haldi eg hevur størri týdning, enn at gera enn eina roynd at koppa formanninum. Ein roynd, sum eg haldi bara kundi skapt split og ósemjur millum feløg, tí tað er ikki nakað, sum vit hava tørv á, sigur Birgir Enghamar.