Formansvalið: Miðvís útspilling av Fiskimannafelagnum

Eg havi nú í meira enn ein mánað upplivað eina miðvísa og grova útspilling av mær sjálvum og fiskimannafelagnum, har alt sum FF stendur fyri á ein hástóran hátt er misteinkiliggjørt og gjørt til einkis. Hetta hevur verið so langt úti, at eg havi sum minst roynt at svara aftur. Sum til dømis tá Dan R Petersen uttan nakað sum helst grundarlag rør uppundir óregluliga valmannagongd og sammetir meg við forsetan í Hvítarusslandi, sum er kendur fyri at beina fyri politiskum mótstøðumonnum. Hvat Lukasjenko stendur fyri kann annars lesast á okkara heimasíðu: HYPERLINK www.fiskimannafelag.fo www.fiskimannafelag.fo
Dan boðaði frá, tá hansara uppstilling varð kunngjørd, at við honum skuldi FF fáa ein nýggjan profil. Hann hava vit nú sæð til fulnar!
Nú tekur hansara høvuðsstuðul til formansvalið, Mortan Berjarstein, við. Í bløðunum greiðir hann frá einum fundi um uppsagnarløn til eina manning, har "Óli byrjaði fundin við at spyrja manningina, um teir ikki kundu vera nøgdir, um teir fingu helvtina av tí teir áttu, tí reiðarin var ikki so væl fyri fíggjarliga".
Niðurstøðan hjá Mortan er: "Hvør segði seg ikki vera í lummanum hjá nøkrum reiðara?"
Viðkomandi fiskimenn hava einki at finnast at FF.
Umrøddi fundur var heilt aftur í 1999 og málið er tískil 7 ára gamalt. Fyrst skal sigast, at tað er sera ósannlíkt, at eg havi úttalað meg sum endurgivið. Eitt er, hvat eitt slíkt endurgjaldsmál endar við í rættinum, men tað byrjar ongantíð við øðrum enn at krevja fult endurgjald.
Eg havi mánadagin tosað við tríggjar av monnunum, sum vóru á fundinum, og teir minnast heldur einki til, at slík sjónarmið eru sett fram.
Men tað avgerandi er, at teir fiskimenn, sum hetta mál viðvíkti, vátta, at á fundinum, har reiðarin eisini var við, varð gjørd ein avtala millum partarnar í málinum um endurgjald. Hesa avtaluna fylgdi reiðarin. Hesir fiskimenn siga seg einki at hava útistandandi við fiskimannafelagið í hesum máli. Hetta skuldi verið gott.
Men tað er eftir øllum at døma tað ringasta, sum kann henda hjá slíkum monnum sum Mortan og Dan, at tað verða funnar loysnir á trætum, sum menn eru nøgdir við.
Hetta er enn eitt dømi um ta útspilling, sum fer fram fyri at sleppa Dan R Petersen framat formanssessinum í fiskimannafelagnum. Avgreidd mál verða fiskað upp, snarað og snøggað til, so tey hóska endamálinum. Hetta er sami hugburður, sum Dan sjálvur er kendur fyri at nýta, eisini í sínum politiska virksemi……..
Rokni við, at fiskimenn duga at skyna á, um ein slíkur gjøgnumførdur negativur hugburður til alt og øll kann fara at verða teimum til gagns. Undir øllum umstøðum er valið lætt!!