Formansstríð í Siumut: Høegh-Dam vil avskaffa val til Fólkatingið

Uppakot um at taka av grønlendsku fólkatingssessirnar er partur av stríðnum um formans- ella forkvinnusessin í grønlendska Javnaðarflokkinum Siumut

– Tað er í fíasta ordan, at tað er Naalakkersuisut (landsstýrið), sum við mandati frá Inatsisartut (landstinginum), skipar landsins politikk. Tí er tað ikki rætt at hava tvey fólkatingsumboð, sum hava møguleika at máa støðið undan grønlendskum politikki, sigur Aki-Matilda Høegh Dam, fólkatingskvinna, sum stillar upp til formansvalið í Siumut.

Hon heldur, at Grønland eigur at tosa við einari rødd:

– Og tað er júst tí, at eg ætli mær heim til Grønland og gera mína ávirkan galdandi her heima og ikki siga á einum stóli í fólkatingssalinum og føra mína egnu dagsskrá, sigur hon við grønlendska blaðið Sermitsiaq.AG.