Formansstríð og Framsókn fótonglar

Sjúrður Olsen, sum var fyrst valdur á Fólkaflokslistanum, heldur, at stríðið um formanssessin í flokkinum hevur kostað í Havn

Tað kann ikki sigast annað enn, at valið fyri Fólkaflokkin langt frá var nøktandi.
Vit hava havt tað stríggi í valstríðnum, tí hinir flokkarnir hava gjørt sær dælt av stríðnum um formansvalið í flokkinum, og tað hevur kostað, sigur Sjúrður Olsen.
Men hann vísir samstundis á, at allarflestu av atkvøðunum hjá Framsókn, eru komnar frá Fólkaflokkinum.
Eg havi longu avtala eitt prát við Heðin Mortensen, men hann má fyrst tosa við sín egna flokk, eisini tí har eru fleiri nýggj umboð vald í býráðið í Javnaðarflokkinum, sigur Sjúrður Olsen.
Hann tekur væl ímóti fráboðanini hjá Heðini Mortensen um at skipa eitt breitt samstarv í býráðnum.
Eg og Fólkaflokkurin hava altíð arbeitt væl saman við Heðini Mortensen, so mælir hann til breitt samstarv, so ljóðar tað gott, sigur Sjúrður Olsen, sum kortini er vónbrotin av ringa valúrslitinum hjá flokkinum.