Formansstríð: - Eg umhugsi støðuna

Kári P. Højgaard veit ikki at siga, um hann fer at bjóða Kára á Rógvi av.

- Hendan støðan er nýggj fyri mær, so eg kann ikki gera ítøkiligar viðmerkingar júst nú. Tað er sera umráðandi, at tað fer rætt fram. Eg fari at tosa við mítt valfelag, og so fáa vit at síggja, hvør niðurstøðan verður, sigur hann.

Nú skal fløkjan greiðast í Sjálvstýrisflokkinum. Kári á Rógvi, formaður, heitti á Kára P. Højgaard, tingmaður, í gjár, um at stilla upp til formansvalið í flokkinum í oktober.

- Tað hevur verið hvassorða stríð í fjølmiðlunum. Eg mæli við hesum til at loysa knútin á røttum stað. Verður hann valdur, stuðli eg sjálvsagt avgerðini, sigur Kári á Rógvi.

Kári P. Højgaard vísir á, at limirnir í Sjálvstýrisflokkinum hava ikki havt møguleikan at valt formann seinastu árini. Kári P. Højgaard var leingi einsamallur tingmaður fyri flokkin, og hann var tá sjálvskrivaður sum formaður.

Tá Kári á Rógvi bjóðaði seg fram til formansvalið í fjør, valdi Kári P. Højgaard at taka seg aftur. Tá var heldur einki stríðsval.

- Kanska tað er rætta loysnin, at limirnir velja formannin, so tað verður friður kring flokkin í framtíðini, og somuleiðis eingin ivi um, hvørja kós, Sjálvstýrisflokkurin skal halda. Eg umhugsi støðuna, fái ikki sagt stórvegis annað júst nú, sigur Kári P. Højgaard.

Kári á Rógvi harmast støðuna, sum er íkomin, men heldur, at hetta er einasta rætta loysnin.

- Vit eru bara ósamdir um fiskivinnupolitikkin, annars hava vit samstarvað væl. Vit kunnu væl vera í sama flokki eftir eitt formansval.

Tað er opið stríð millum partamenninar Kára á Rógvi og Kára P. Højgaard. Eysturoyar Sjálvstýrisfelag og meirilutin av nevndini í Norðoya Sjálvstýrisfelag hevur átalað framferðini hjá Kára á Rógvi, sum við ráddum huga atkvøddi fyri eini grein 25-nevnd. Endamálið var at forða Kára P. Højgaard at fáa ávirkan í viðgerðini av fiskidagaskipanini. Landsnevndin staðfesti hinvegin, at Kári á Rógvi førir politikkin, sum Sjálvstýrisflokkurin hevur viðtikið.

Kári P. Højgaard vildi ikki siga í síðstu viku, um hann stuðlar Kára á Rógvi sum formanni.