Formansskifti í Kadima

Tað eydnaðist ikki Tzipi Livni, fyrrverandi uttanríkisráðharra at endurvinna formansstarvið í ísraelska andstøðuflokkinum Kadima. Umleið helmingurin av teimum 95.000 limunum í flokkinum atkvøddu um formansstarvið, og tá liðugt var at telja í gjár, høvdu 62 prosent atkvøtt fyri fyrrverandi verjumálaráðharranum Shaul Mofaz.

Shaul Mofaz (myndin), sum er 63 ára gamal, er føddur í Iran og flutti til Ísraels saman við foreldrunum í 1957. Hann var í herinum í nógv ár. Í 1998 bleiv hann tilnevndur verjuovasti, og í 2002 setti táverandi forsætisráðharrin, Ariel Sharon, hann til verjumálaráðharra. Í dag er Mofaz formaður í teirri máttmiklu verju- og uttanríkisnevndini hjá tjóðartinginum Knesset.

Kadima hevur 28 av teimum 120 sessunum í tinginum og er størsti andstøðuflokkurin í Ísrael. Tann nývaldi formaðurin hevur lovað at geva verandi forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, ein skarpan gang, tá val verður aftur í 2013.