Formansskifti í Grønlandi

Demokratarnir valdu í gjár nýggjan formann, eftir at undanfarni formaður hevði lagt frá sær vegna strongd.

Randi Vestergaard Evaldsen, nýggjur floksformaður hjá Demokratunum í Grønlandi (Mynd: Polfoto)

Demokratarnir, sum er tann nýggjasti av fýra flokkunum í grønlendska landstinginum, skuldu um vikuskiftið velja formann, tí undanfarni formaður, Anda Uldum, hevði lagt frá sær í november, tí hann bleiv sjúkrameldaður við strongd.

Sum væntað bleiv tað virkandi formaðurin hjá Demokratunum, Randi Vestergaard Evaldsen, ið dró longsta stráið í formansvalinum, tí hon fekk níggju atkvøður, Justus Hansen tríggjar og triðja valevni, Poul Hansen, fekk onga atkvøðu.

Anda Uldum, sum er fyrrverandi rocktónleikari, megnaði á heysti í fyrraárið at vinna flokkinum fýra tingsessir, umframt at flokkurin tá eisini fór upp í samgongu saman við Siumut og Atassut.

Tað gav eisini Anda Uldum sessin sum fíggjarmálaráðharri, men eisini har hevur Randi Vestergaard Evaldsen, sum nú er nýggjur formaður hjá Demokratunum, avloyst undanmannin.