Hóast viðtøkurnar hjá Fólkaflokkinum siga, at tingbólkurin velur nýggjan formann, so er val av nýggjum formanni eitt alt ov álvarsligt mál hjá tingbólkinum einsamallum at taka støðu til, tá ósemja er um, hvør formaðurin skal verða. Anfinn Kalsberg eigur ikki at lata formanssessin frá sær, um hann ikki er vísur í, at eftirmaður hansara hevur breiða unditøku í flokkinum. Um hann av persónligum orsøkum ikki kann halda fram sum formaður hjá Fólkaflokkinum, eigur hann at bíða við at leggja frá sær til landsfundin hjá flokkinum í heyst.
Tekur tingbólkinum eina avgerð um nýggja formann nú, so er tað ein órættvís og ódemokratisk avgerð, serstakliga tá annar kandidaturin kann atkvøða fyri sær sjálvum, men ikki hin.
Bíðið tí við at velja formann nú og latið tað verða gjørt á ein virðiligan og demokratiskan hátt, soleiðis at Fólkaflokkurin, eisini framyvir, fer at hava ein sterkan leiðara.