Formansskapurin vitjar

Teirra millum sum gjørdu fleiri royndir at lenda í Vágum mikudagin, var eisini formansskapurin í Fólkatinginum. Tey komu í Vágar beint áðrenn hálvgum tíggju mikukvøldið

Edmund Joensen, løgtingsformaður, var saman við frúu, formansskapinum í Løgtinginum og embætisfólki á flogvøllinum og tók í móti, tá flogfarið við formansskapinum í Fólkatinginum lendi í Vágum mikukvøldið.
Eftir at vertir og gestir høvdu heilsast, var farið við bussi til Havnar, har gestirnir skulu gista. Almenna skráin bygjar so hósdagin.
Meðan móttøkan fyri formansskapinum í Fólkatinginum var á flogvøllinum, rullaði flogfarið við forsætisráðharranum inn eftir vøllinum, men tey bæði fylgini møttust tó ikki á flogvøllinum.