Formansskapurin í Kommunufelagnum heldur fram

Á stýrisfundi í Kommunufelagnum í dag varð avgjørt, at Dennis Holm heldur fram sum formaður í Kommunufelagnum komandi tvey árini.

 

Sambært viðtøkunum hjá Kommunufelagnum standa formaður og næstformaður fyri vali annaðhvørt ár. Á stýrisfundi í felagnum varð í dag einmælt samtykt, at verandi formansskapurin heldur áfram til 1. januar 2021.

 

Hetta merkir at Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu heldur áfram sum formaður, og at Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, heldur áfram sum næstformaður.

 

Kommunufelagið røkir áhugamálini hjá kommununum mótvegis lands- og ríkismyndugleikum. Felagið skipar eitt nú fyri skeiðum í kommunalum viðurskiftum og stendur fyri kunning til kommunurnar.