Formansskapur skipaður í nevndunum í Havn

Gamla samgongan hevur býtt nevndarformanssessirnar millum sín og heldur fram við samstarvinum

 

Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin í Tórshavnar býráð eru komin ásamt um at skipa samgongu eftir býráðsvalið 8. november 2016 fyri valskeiðið 2017 - 2020.

 

Flokkarnir ásanna, at politiska samarbeiðið flokkanna byggir á tann grundvøll, sum lagdur er í farna valskeiði.

 

Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum verður valdur til borgarstjóra, og 1. varaborgarstjóri verður: Annika Olsen

 

Flokkarnir eru samdir um at býta formanssessirnar í føstu nevndunum soleiðis:

 

Fíggjarnevndin:                                         Javnaðarflokkurin

 

Tekniska nevnd:                                        Sambandsflokkurin

 

Mentamálanevndin:                                Javnaðarflokkurin

 

Trivnaðarnevndin:                                   Javnaðarflokkurin

 

Vinnunevndin:                                           Fólkaflokkurin

 

Náttúru- og umhvørvisnevndin:                      Fólkaflokkurin

 

Byggi- og býarskipanarnevndin:                      Javnaðarflokkurin

 

Økisnevndin:                                                 Fólkaflokkurin

 

Sosiala nevnd:                                             Javnaðarflokkurin

 

Sev:                                                   Fólkaflokkurin

 

Hitafelagið:                                                  Javnaðarflokkurin