Formansskapur á møti í samkomu

- Tað var ein stór uppliving at hava formansskapin í Útnorðurráðnum á møti í míni heimasamkomu Lívsins Orð, sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður.

Hvussu hevur árið 2014 verið?      

 

- 2014 hevur verið eitt gevandi ár í politikki. Miðflokkurin við sínum tveimum tinglimum er í samgongu við teimum báðum størstu flokkunum og hevur stóra politiska ávirkan á samfelagsgongdina. Vit hava varðveitt og útbygt vælferðarsamfelagið hóast undirskot á fíggjarlógini. Framgongd er í búskapinum, fólkatalið veksur aftur, og arbeiðsloysið minkar.

 

Tað sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður.

 

Men, hvat minnist Bill so best frá 2014?

 

- Tað kvøldið, tá báðar døturnar, konan og eg sótu sum á nálum frammanfyri skíggjan og sóu føroyska landsliðið, har sonur okkara er í hópinum, vinna søguliga sigurin á Grikkalandi á útivølli, kemur uttan iva at standa ljóslivandi í minninum fyri lívið. Eisini var tað ein stór uppliving at hava formansskapin í Útnorðurráðnum á møti í míni heimasamkomu Lívsins Orð í januarmánaði. Og síðani at bjóða teimum heim til eina vala máltíð við tí besta úr føroyska køkinum, sum kona mín so framúrskarandi hevði fyrireikað.


 

Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2014?

 

- Sum forseti í Útnorðurráðnum havi eg havt fleiri stórar persónligar upplivingar. At vera høvuðsgestur hjá íslendska forsetanum á Bessastøðum og at tala fyri 600 altjóða luttakarum á Arctic Circle í Reykjavík eru tvær av teimum.

 

Hvat vilt tú helst gloyma frá 2014?

 

- Eg kann ikki koma í tankar um nakað serligt, sum eg helst vil gloyma. Helst havi eg longu gloymt tað.

 

Hvat ynskir tú tær í 2015?











 

- Eg ynski føroyingum og Føroyum alla eydnu og Guðs ríku signing í komandi ári. Og at Føroyar framhaldandi kann kallast eitt land, sum byggir á kristnan grundvøll við øllum teimum dýrabæru virðum fyri einstaklingar og samfelag, sum tað inniber, sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður.