Formansrunda á FM1: Tað endaði væl hjá AB aftaná eitt heldur turbolent ár

(FM1) Hoyr formannin hjá AB, Marius Thomassen taka samanum júst farna kappingarár

##med2##

 

FM1 prátaði í kvøld við allar formennirnar hjá feløgunum, ið hava havt lið í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið. Tó ikki Tummas Lervig, formann hjá KÍ og Brandur Jacobsen, formann hjá Víkingi, ið FM1 fer at práta við aftaná steypafinaluna millum KÍ og Víking á Tórsvølli komandi leygarkvøld. Við endan av samrøðuni fingu formennirnir høvið at senda eina heilsu og eina tøkk. 

 

Sætti formaðurin, ið var ígjøgnum til eitt prát á FM1 var Marius Thomassen, formaður hjá AB. 

 

Aftaná eitt rættiliga turbolent kappingarár við venjaraskifti og fleiri leikaraskiftum er tað ein lætti, og ein gleði hjá Marius, at AB hevur bjargað plássinum í Betrideildini.

 

Tað liggur greitt í kortunum, at AB ætlar, at alt skal liggja meir í einari fastari legu komandi kappingarár.

 

Argir veksur nógv í fólkatali, og AB gerst eitt størri og størri felag, og vónar Marius, at AB skjótt kann umseta vøksturin til størri úrslit á leikvøllinum.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra tað sum Marius Thomassen segði í samrøðu við FM1. 

 

 

 

Formansrunda á FM1: Marius Thomassen, AB

Formansrunda á FM1: Marius Thomassen, AB