Formansrunda á FM1: HB-arnir vilja vera meira kappingarførir í 2023

(FM1) Hoyr formannin hjá HB, Páll Mohr Joensen taka samanum júst farna kappingarár

##med2##

 

FM1 prátaði í kvøld við allar formennirnar hjá feløgunum, ið hava havt lið í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið. Tó ikki Tummas Lervig, formann hjá KÍ og Brandur Jacobsen, formann hjá Víkingi, ið FM1 fer at práta við aftaná steypafinaluna millum KÍ og Víking á Tórsvølli komandi leygarkvøld. Við endan av samrøðuni fingu formennirnir høvið at senda eina heilsu og eina tøkk. 

 

Fyrstur ígjøgnum á FM1 var formaðurin hjá bronsuvinnarunum, HB. 

 

Páll Mohr Joensen fegnast um, at HB aftaná eina vánaliga byrjan fekk betri skil á spælinum, og hann fegnast um, at HB eisini komandi kappingarár sleppur at royna seg í Europa Conference League undankappingini.

 

Størstu vónbrotini eru hálvfinalutapið fyri Víkingi í kappingini um løgmanssteypið, og sannroyndin, at HB ikki megnaði at knógva walisiska liðnum, Newtown í fyrsta undanumfarinum í Europa Conference League.

 

HB hevur longt við Dalibor Savic, ið tey halda hevur gjørt eitt gott og samvitskufult arbeiðið. Og so lovar Páll, at HB fer at vera meira kappingarført í 2023.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra tað sum Páll Mohr Joensen segði í samrøðu við FM1. 

 

 

 

Formansrunda á FM1: Páll Mohr Joensen, HB

Formansrunda á FM1: Páll Mohr Joensen, HB