##med2##
FM1 prátaði í kvøld við allar formennirnar hjá feløgunum, ið hava havt lið í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið. Tó ikki Tummas Lervig, formann hjá KÍ og Brandur Jacobsen, formann hjá Víkingi, ið FM1 fer at práta við aftaná steypafinaluna millum KÍ og Víking á Tórsvølli komandi leygarkvøld. Við endan av samrøðuni fingu formennirnir høvið at senda eina heilsu og eina tøkk.
Fjórði formaðurin, ið var ígjøgnum á FM1 var Ian Djurhuus Jacobsen, formaður hjá B68, ið rætti telefonina til høvuðsvenjaran, Jákup á Borg við endan av samrøðuni.
Við byrjanina av samrøðuni hoyrdist allur B68-hópurin eisini fegnast í umklæðingarrúminum á Svangaskarði.
Ian viðgongur, at tað fyrr í kappingini sá svart út, men við einum fantastiskum endaspurti og einum flottum sætta plássið stórfegnast toftafólk um júst farna kappingarár.
Hæddarpunktið bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin var niðurflytingarfinalan móti NSÍ í undanfarna umfari. Ian er ikki í iva um, at B68 hevur bestu fjepparar í landinum.
Jákup á Borg sum stórtrívist á Toftum fær sjálvsagt afturval sum høvuðsvenjari, og Jákup ætlar ikki, at B68 skal gera tað minni væl komandi kappingarár.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra tað sum Ian Djurhuus Jacobsen og Jákup á Borg søgdu í samrøðu við FM1. Hendan samrøðan gjørdist tann klárt lívligasta og festligasta í kvøld.