Formansrunda á FM1: EB/Streymur ætlar at gera tað eitt betri í 2023

(FM1) Hoyr formannin hjá EB/Streymi, Fróða Reinert Petersen taka samanum júst farna kappingarár

Mynd: EB/Streymur

##med2##

 

FM1 prátaði í kvøld við allar formennirnar hjá feløgunum, ið hava havt lið í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið. Tó ikki Tummas Lervig, formann hjá KÍ og Brandur Jacobsen, formann hjá Víkingi, ið FM1 fer at práta við aftaná steypafinaluna millum KÍ og Víking á Tórsvølli komandi leygarkvøld. Við endan av samrøðuni fingu formennirnir høvið at senda eina heilsu og eina tøkk. 

 

Triðji formaðurin, ið var ígjøgnum á FM1 var Fróði Reinert Petersen, formaður hjá EB/Streymi.

 

Fróði heldur, at fimta plássið í Betrideildini er ein framgongd í mun til onnur kappingarár, men hann iðrar seg um, at tað steðgaði upp hjá EB/Streymi tey seinastu umførini.

 

Enn er avgerð ikki fallin um Jákup Martin Joensen heldur fram sum høvuðsvenjari, og Fróði veit einki um leysasøgurnar, ið senda Klæmint A. Olsen til EB/Streym. 

 

Fróði slær fast, at tey í EB/Streymi ætla at liðið skal gera tað eitt betur komandi kappingarár, og tað hevði so givið eina endastøðu, ið røkkur til evropeiska luttøku.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra tað sum Fróði Reinert Petersen segði í samrøðu við FM1. 

 

Mynd: EB/Streymur

Formansrunda á FM1: Fróði Reinert Petersen, EB/Streymur

Formansrunda á FM1: Fróði Reinert Petersen, EB/Streymur