Klokkan 13.30 í morgin spæla kvinnuliðini hjá Fleyr og Mjølnir steypafinaluna hjá kvinnum, og klokkan 15.30 spæla ÍF og SÍ steypafinaluna hjá monnum.
Nýggi formaðurin í Flogbóltssambandi Føroya, Jákup Fjallsbak ásannar, at Mjølnir er greiður favorittur hjá kvinnum, og ÍF er greiður favorittur hjá monnum, men hann vónar, at áskoðararnir kunnu fáa tvær javnar og spennandi finalur.
Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra prátið, sum var við Jákup Fjallsbak í seinnapartssendingini hjá Rás2.